03 September 2008
Stórur spenningar varð undan dystinum um hvussu leikur mundi fara at útarta seg.
Landskappingin hjá unglingunum er skipað soleiðis at liðini spæla seg víðari ígjøgnum eina steypakapping líknandi skipan. Fyrra hálvfinalan varð á skránni í gjárkvøldi. KÍ tók í Klaksvík ímóti B71 og á Toftum tók B68 ímóti NSÍ.
Liðið hesaferð: Emil, Poul Johan, Ári, Rani, Dánjal, Álvur, Ivan, John, Sámal, Eli, Lindi
Í fyrra hálvleiki høvdu B71 nakrar sera góðar kjansir og okkara ungu menn skuldu verða glaðir fyri bert at verða aftanfyri 1-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki skoraðu vit 4 mál og vit áttu allan hálvleikin sum hann var. Teir sum skoraðu málini fyri vóru Emil (2), Ivan og Ári.
Seinna hálvfinala verður á Sandi
















