ÍF skipar fyri innandura fótbóltskapping  í Ítróttahøllini á Kambsdalileygar- og sunnudagin 25. og 26. februar.

 

Aldursbólkar:

Pinkur (f. 2002-05)

Gentur (f. 2000-01)

Smágentur (f. 1998-99)

Kvinnur (f. 1997-)

Pinkulingar (f. 2004-05)

Smápiltar (f. 2002-03)

Piltar (f. 2000-01)

Smádreingir (f. 1998-99)

Dreingir (f. 1996-97)

Unglingar (f. 1993-94-95)

Opin Kapping (les nærri longur niðri)


Í aldursbólkunum dreingir, unglingar og kvinnur eru 4 leikarar, málveji íroknaður. Við hinum liðnum leika 5 leikarar, málverji íroknaður. Loyvt er at hava ein skiftisleikara.

Heiðurmerkir verða latin til nr. 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólkið.

Kostnaðurin fyri hvørt lið er kr. 300,00.

Opin kapping

Kapping fyri øll vaksin, har ongar aðrar treytir eru enn, at tú skalt verða fylt/ur 16 ár. 4 leikarar eru á vøllinum í senn, og loyvt er hava ein skiftisleikara.

Heiðursmerkir og steyp verða latin til nr. 1, 2, 3.

Tilmelding á tlf. 444845 ella 444135 ella við t-post til  Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna. áðrenn hósdagin 23. februar kl. 20.00. 

Kostnaðurin fyri hvørt lið er kr. 500,00.

Allar kappingar eru treytaðar av, at minst 4 lið eru tilmeldaði hvønn einkultan aldur. Kunngjørt verður á www.if.fo mikudagin 24. februar, hvussu nógv lið eru tilmeldað hvønn einstakan aldursbólk.