KÍ hevur latið fyriskiparunum av KÍ-bussinum ein peningaligan stuðul

Tað hendir nógv kring felagsskapin. Ein táttur er nýggi KÍ-bussurin, hvørs uppgáva fyrst og fremst verður at koyra við fjepparum til dystir hjá KÍ.

Fyrsta almenna uppgávan var at koyra Stjørnu-fjepparar til havnar í samband við at Stjørnan leikti steypafinalu og úrslitið kenna vit øll - ein gleðiligan sigur :)

Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag staðk inn áðrenn farið var úr Klaksvík og handaði fyrireikarunum eina pengaupphædd frá KÍ.

- Hetta tiltak sum tit hava tikið stig til er ómetaliga týdningarmikið fyri felagsskapin og hetta vilja vit sjálvasagt stuðla, segði Tummas

Teir sum serliga hava lagt orku í hetta átaki eru Jaspur Jakobsen, Bogi Isaksen og Karl Jacob Ósá Eliasen.

Bussurin er ein gamal Strandferðslu-bussur. Hann er sprøjtaður í KÍ litirnar.