07 Februar 2012
Soleiðis byrjaði Tummas Lervig formansfrágreiðingina á ársaðalfundinum, sum varð hildin á KÍ loftinum í gjárkvøldi
Uppmøtingin til ársaðalfundin var einki serlig, men kjakið var gott og nógv týðandi mál vórðu uppi at venda. Palli Ziskason varð útnevndur fundarstjóri og hann leiddi fundin ígjøgnum skránna. Fyrst var formansfrágreiðingin fyri og Tummas Lervig tók soleiðis til orðanna:
Tað gongur ómetaliga væl í KÍ.
Á ítróttarligu síðuni kunnu vit fegnast um, at øll mál eydnaðust í vaksnamannadeildunum. Meistaradeildin fekk eitt flott fimta pláss, Kvinnurnar vunnu the Double umframt søguliga gott úrslit í Evropa og 2. Deild menn vunnu sína deild og fluttu upp í 1. Deild. Breiddin hevði góðar karmar við ávíkavist 2. Deild kvinnum og 3. Deild menn.
Á fíggjarligu síðuni kunnu vit aftur í ár fegnast um eitt yvirskot. Hetta koma vit nærri inná seinni.
KÍ vann 7 kappingar í ungdómsdeildunum, og er aftur í ár mest vinnandi felagið í landinum.
Taka vit skjótt samanum gongdina hjá teimum yngru, so kunnu vit fyrst og fremst fegnast um, at tað er eitt sera stórt virksemi í felagnum. Eini 350 børn og ung spæla fótbólt í KÍ. Tey venja fleiri ferðir um vikuna og spæla dystir um vikuskiftini. Tað verður ikki kappast eins nógv hjá teimum yngru, sum tað plagdi at verða, tí føroyameistarakappingarnar eru avskaffað í øllum deildum, har spælararnir eru yngri enn 12 ár. Men har luttekur KÍ við eini 180 spælarum, so grasrøturnar í felagnum hava tað sera gott.
Á gentusíðuni hevur KÍ vunnið 3 av 4 kappingum. Genturnar – tær sum eru 14-17 ár – vunnu bæði landskappingina og steypakappingina, og smágenturnar vunnu steypakappingina. Smágenturnar vóru nummar 4 í landskappingini.
Á dreingjasíðuni var 1 gullmerki í 6 kappingum. Dreingir vunnu steypakappingna. Teir vunnu eisini silvur í landskappingini, og tað sama var hjá unglingum. Smádreingirnir endaðu nummar 4, men teir hava havt stóra framgongd í hesum kappingarárinum.
Grundarlagið, sum er skapt seinnu árini, byrjar nú eisini at vísa seg í fremstu røð, har ungir spælarar í stóran mun manna fremstu mansliðini og fáa sera góð úrslit
Tekningardagurin virkaði sera væl og er nevndin vælnøgd við hendan táttin.
Felagið fekk í 2011 nýggjan og stásiligan vøll at leika á. Nevndin í KÍ hevur arbeitt miðvíst saman við kommununi við hesum í nøkur ár og kunnu leikandi í KÍ fegnast um at hava ein topp-modernaðan vøll at leika á.
Felagið fegnast um at hava eina virkna heimasíðu. Kí.fo er fremsti samskiftismiðil hjá felagnum við KÍ-áhugaði, KÍ-viðhaldsfólk og almenningin annars. Til ber at fáa kunning um fjølbroyttu tættirnar hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag og síðsta menningin er eitt vælvirkandi myndasavn, ið støðugt verður dagført. Hvønn dag vitjað útvið 400 fólk heimasíðuna og tey koma úr øllum heiminum.
Enn einferð varð finalan um løgmanssteypið leikt í Klaksvík. EB/Streymur vann finaluna 3-0 á ÍF og umframt at verða heiðraðir framman fyri 2.600 áskoðarum við vøllin, vórðu teir heiðraðir á stóra palli framman fyri fjøldini á Vágsbøi, ið mundi telja eini 10.000 fólk.
Gallaveitsla varð hildin leygardagin 6. Oktober og veitslunevndin gjørdi eitt fyrimyndarligt arbeiði. Teir 270 gestirnir fingu eitt kvøld við góðum undirhaldi og hesin táttur er komin fyri at vera. KÍ’arin Jóannes Hansen helt eina sera góða røðu, umframt aðrar góðar røðarar.
Annar partur av søgubók felagsins verður útgivin í ár.
Eg vil takka øllum teimum mongu hjálparfólkum, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at halda lív í felagsskapinum - uttan tykkum var eingin felagsskapur.
Byrja var við at farna árið var ómetaliga gott fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag – eg vil enda við at ynskja Klaksvíkar Ítróttarfelag eina bjarta framtíð.
Síðani var rokniskapurin lagdur fram og vísti hann eitt ársúrslit á kr. 289.742,64. Fundurin góðkendi einmælt rokniskapin.
Síðani var val av nevnd og allir nevndarlimirnir blivu afturvaldir.
Somuleiðis var grannskoðari felagsins afturvaldur.
Formaðurin hevði bjóða stjóranum í P/F KÍ høllini, Hilmar Danielsen við á fund at hava eitt upplegg um KÍ høllina. Fundurin kjakaðist dúgliga um framtíðar støðuna hjá KÍ høllini.
Síðandi vórðu ymisk mál á lofti og fundurin endaði við at minnast teir limir, ið farnir eru í 2011.






