03 Februar 2012

Sent verður á frekvensinum FM 98,7 og eisini ber til at stream’a sendingina á www.stream.fo
Í fyrstu sendingini fara vertirnir Kristian Joensen og Jóhann Lützen at hava samrøður við Tummas Lervig, formann í Klaksvíkar Ítróttarfelag, KÍ fjepparan Karl Martin Samulsen og KÍ leikaran Hjalgrím Elttør.
Spurt verður formannin um hvussu stendur til í KÍ og eisini verður tosa um aðalfundin, sum verður mánakvøldi 6. Februar.
Síðani verður samrøða við ídna KÍ fjepparan Karl Martin Samuelsen. Karl Martin hevur leikti við KÍ, hann hevur gjørt tónleik til KÍ og hann hyggur eftir hvørjum dysti hjá KÍ. Sum skilst ætla vertirnir at spyrja inn til tiltiknu venjingarlegurnar hjá KÍ í Svínoy í 80’unum.
Seinasta samrøðan er við liðskiparan Hjalgrím Elttør. Hjalgrím fer at greiða frá hvør hann er, hansara ungdómsleið í KÍ og vertirnir fara at spyrja aðrar nærgangandi spurningar.
Sendingin byrjar kl 17.00






