Ungi serbiski miðvallarin hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri kappingarárið 2012

Filip Djordjevic er 17 ára gamal og er sonur Aleksandar Djordjevic, ið sjálvur hevur bæði leikt og vant Meistaradeildina hjá KÍ. Filip spældi seg veruliga heitan á KÍ liðnum í fjør og var eyðsýndur síðstu dystirnar har hann eisini taldist ímillum málskorarnar.

Filip er ein ungur og evnaríkur leikari og tað verður spennandi at fylgja honum í ár. Filip er í løtuni Serbia, men verður í Føroyum í næstu viku.

Heimasíðan ynskir Filip til lukku við sáttmálanum.