Í hesum døgum hava limir felagsins fingið bræv við postinum viðvíkjandi limagjaldi


Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur útvið 900 skrásettar limir. Í fjør samtykti nevndin at lækka limagjaldi til 200 kr., ásannandi at fólk eru fíggjarliga hart spent í hesum tíðum.

Innkomni peningurin fer til rakstur av ungdómsdeildum felagsins.

Tey sum ikki hava fingið uppkrav kunnu seta seg í samband við KÍ á: Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna. ella 281904/282822