30 Januar 2012

Góða samstarvið millum Klaksvíkar Ítróttarfelag og Føroya Tele heldur fram í 2012
Hetta er tíðin tá KÍ ger nýggjar samstarvssáttmálar. Stásiligi bygningurin hjá Føroya Tele var karmur um undirskrivingina. Formaður felagsins Tummas Lervig skrivaði undir vegna KÍ og Jónhild Rasmussen, leiðari á Marknaðardeildini skrivaði undir vegna Føroya Tele
- Vit eru sera fegin í KÍ fyri at Føroya Tele er ein viðleikari. Síðstu árini hava roynst væl og samstarvi er nú tryggja frameftir eisini, sigur Tummas Lervig
Á myndini síggjast Jónhild Rasmussen og Tummas Lervig.






