18 Januar 2012
Hóskvøldi fer at bera til at síggja bæði fremsta mansliði hjá KÍ og íðkandi við rennifelagnum Treysti venja saman á vøllinum
Nýggi vøllurin er ikki bert góður at leika fótbólt á. Hann er eisini góður at renna á og tað eru tey í Treysti fegin um. Teirra venjingartíðir liggja samstundis sum fremsta mansliðið hjá KÍ venur. Tá tey frá Treysti spurdu um tey kundu renna kring vøllin ímeðan KÍ vandi, varð svara skjótt at tey vóru vælkomin.
Treysti og KÍ eru annars farin í holt við eitt samstarv, ið vónandi úrslitar í eini rennibreyt við fótbóltsvølli eystan fyri svimjihøllina. Treysti hevur stóran tørv á eini rennibreyt, ímeðan KÍ hevur stóran tørv á einum nýggjum vølli har øll tey mongu liðini hjá felagnum kunnu venja á.
Ímeðan bíða verður eftir hesari nýbygging, ber til at renna á vøllinum






