KÍ hevur sett Karl Marius Poulsen til hjálparvenjara hjá besta mansliðnum

Talan er um ein kendan mann í felagnum. Karl Marius er 43 ára gamal og hevur sjálvur leikt við KÍ í sínum ungu døgum. Serliga minnast vit hann tá hann í 1989 skoraði øll 4 málini í í Gundadali ímóti B36 og tað var tá at hann fekk eyknevni Karl Málius :)

Karl Marius verður sostatt næsti maður hjá Páll Guðlaugsson, ið eisini hevur liðleiðaran Tom Jakobsen sitandi undir liðini á bonkinum á dystardøgum.

Les meir um Karl Marius á heimasíðuni faroesoccer.com her.