Í vikuni tók nýggi landsliðsvenjarin Lars Olsen ein 34 mans hóp út og tríggir KÍ leikarar eru ímillum teirra

Hjalgrím Elttør hevur í nøkur ár verið fastur fúsur á landsliðnum, men hesaferð fær hann fylgi av tveimum øðrum KÍ leikarum og teir eru Kristoffur Jakobsen, sum við sínum 14 málum síðsta kappingarár taldist ímillum teir eyðsýndu leikararnar í fremstu mansdeildini. Hin leikarin er afturvendi Páll Klettskarð, sum fyri fyrstu ferð sleppur at royna seg á A-landsliðnum.

Gamaní er talan um 34 mans og tískil eru fleiri leikarar, ið neyvan fáa kjansin í komandi undankapping, men úttøkan eigur at eggja og kveikja einhvønn leikara at dríva enn meir á.

Annars eru tríggir aðrir leikarar úttiknir, sum eru uppvandir í felagnum, og teir eru Atli Danielsen, Símun Joensen og Teitur Gestsson.