Nú kunnu øll fáa góða frálæru í dómaragerninginum, tí FSF skipar fyri skeiði sum kallast Dómarin

Tað er Lassin Isaksen, sum skipar fyri skeiðnum og øll eru vælkomin. Klaksvíkar Ítróttarfelag rindar luttøkugjaldið.

Tað er fyri tað mesta Power point sum brúkt verður.

Endamáli er at geva luttakarunum innlit i fótbóltslógina og eisini áhuga fyri døming. Tey sum luttaka eru so betri skúla til at virka sum heimadómarar, tvs. døma teir dystir sum KÍ sjálvt setur, t.d. ein leygardag. Møguliga onkur av hesum fær áhuga fyri at taka dómaraprógv.

Luttakararnir skulu ikki vera undir 15 ár.

KÍ bjóðar sandwich og annað gott.

Skeiðið verður hósdagin tann 26. januar, og seinasta freist at melda til er tann 23. januar. Tey sum hava áhuga kunnu venda sær til Hans Jacob Heinesen á tlf 282822