16 Januar 2012

Eftir at Heðin hevur vant við hópinum í eina viku er í dag gjørdur sáttmáli, sum knýtir Lakjumannin at KÍ komandi kappingarár. Heðin er ein kendur maður í felagnum. Hann er fyrrverandi liðskipari hjá KÍ og leikti seg eisini á landsliðið tá hann leikti við KÍ.
Heðin hevur sera drúgvar royndir í fremstu deildini. Hann hevur leikt 330 dystir í bestu mansdeildini og skora 98 mál. Harumframt hevur Heðin leikt 16 dystir við landsliðnum og skora 1 mál. Heðin hevur funnið greipuna tríggjar ferðir við ávíkavist KÍ, HB og B36.
Heðin á Lakjuni verður eitt sera gott kort hjá KÍ venjaranum Páll Guðlaugsson at hava við hondinum, tí umframt drúgvu royndirnar kann Heðin eisini spæla á fleiri plássum .
Í stuttari viðmerking til heimasíðuna sigur Heðin at hann er sera glaður fyri at verða aftur í barndómsfelagnum og hann er samstundis sera spentur uppá komandi kappingarár.
Les meira um Heðin á Lakjuni á heimasíðuni FaroeSoccer.com her.
Heimasíðan ynskir Heðin vælafturkomnan í blátt og ynskir honum til lukku við sáttmálanum.





