Formligu viðurskiftini kring stjóran í Sp/f KÍ eru nú avgreidd og Jóhann Lützen heldur fram

Raksturin av fremsta mansliðnum er lagdur í Sp/f KÍ, sum hevur egna nevnd og stjóra. Eigarar eru umframt felagið - ein blandingur av vinnifyritøkum úr Norðoyggjum. Við hesum er eitt tætt samband knýtt millum tann størsta útreiðslukrevjandi partin av felagnum og vinnulívið.

Jóhann hevur verið stjóri í Sp/f KÍ síðani 2009 og nevndin í Sp/f KÍ hevur longt sáttmálan til 31.12.2012

Í nevndini hjá Sp/f KÍ sita: Hákun Dam, Karl Marius Poulsen og Tummas Lervig. Hákun Dam er formaður.

Sum skilst verður aðalfundurin hjá Sp/f KÍ í februar