Í kvøld er fyrsta venjingin hjá fremsta mansliðnum við nýggjum íslandska venjaranum Páll Guðlaugsson 

11 vikur eru til fyrsta landskappingardyst og venjarin Páll hevur kallað allar leikarar til venjing. Fyrsta tíðin verður merkt av konditiónsvenjing og sum skilst ætlar venjarin at brúka bóltin nógv í hesari venjing. Leikararnir verða eisini nógv at síggja í Yndi-fitness og bæði KÍ høllin og svimjihøllin verða nýtt í uppstartinum.

Hópurin í mun til í fjør verður nærum tann sami. Oddmar á Lakjuni er farin til USA í lestrarørindum og ynskja vit honum góða eydnu over there. Høgni Madsen verður burturfrá fyrstu mánaðirnar tí hann skal til Danmarkar í lestrarørindum, men síðani er hann tøkur. Støðan hjá serbisku leikarunum Nenad Stankovic og Filip Djordjevic er í løtuni óviss. Nýggir leikarar eru Páll Klettskarð og Andy Olsen, sum eru komnir frá ávíkavist Víkingi og ÍF. Av yngri leikarum, ið vit óivað fara at síggja meira til á fremsta mansliðnum, eru Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Heðin Klakstein, Helgi Samson og Petur Andreasen.

Í ár hevur KÍ eisini lið í 1.deild og tískil er lopið ikki so langt frá leikarunum á næsta liðnum. Hetta er ein stórur fyrimunur fyri felagið.

Flytingarvindeygað letur aftur 15. mars og tískil er rúm tíð hjá venjaranum at skoða leikaratilfeingi og handla hareftir.

Munnu ikki fleiri KÍ viðhaldsfólk ætla sær niðan á plenuna í kvøld?