KÍ er væl trimmað og fer í sera góðum formi inn í 2012

Tað er ikki at taka munnin ov fullan og siga at árið 2011 royndist Klaksvíkar Ítróttarfelag serstakliga væl.

Ítróttarliga eydnaðust allir málsetningarnir í vaksnamannadeildunum, Kvinnurnar vunnu the double umframt søguliga gott úrslit í evropa, 2. deild menn fluttu upp í 1. deild og fremsta mansliðið rakk einum heiðurligum 5. plássi eftir júst at verða ryktir upp árið fyri.

Fíggjarliga er felagið býtt í tvey. Sp/f KÍ tekur sær av rakstrinum av fremsta mansliðnum og har verður boða frá at komið verður út við einum yvirskoti. Móðirfelagið tekur sær av rakstrinum av restini kring felagið og sum skilst er talan eisini um eitt yvirskot hjá móðirfelagnum.

Harumframt fekk felagið í 2011 nýggjan og stásiligan vøll at leika á. Nevndin í KÍ hevur arbeitt miðvíst saman við kommununi við hesum í nøkur ár og kunnu leikandi í KÍ fegnast um at hava ein topp-modernaðan vøll at leika á.

Í nevndini hjá KÍ sita Tummas Lervig, Jóhann Lutzen, Símun Waag Høgnesen og Kristoffur Ragnarsson.

Í nevndini hjá Sp/f KÍ sita Hákun Dam, Karl Marius Poulsen og Tummas Lervig.