KÍ selur fýrverk undir skýlinum frá 28. desember til og við nýggjarsaftan

2012 stundar til og hetta skal hátíðarhaldast við manér. Fólk fara at skjóta árið inn við fýrverki, har tað gamla skal heilsast farvæl og tað nýggja vælkomið.

KÍ hevur í nøkur ár selt fýrverk og tað verður hildið fram við. Í ár verður sølan í kjallarinum í KÍ skýlinum.

Sølan byrjar tann 28 desember og heldur fram til nýggjársaftan kl. 18.

Í sølubúðini verða KÍ leikarar og onnur KÍ fólk, so óivað fáa kundar eitt gott prát um komandi kappingarár.