Nú ber aftur til at ognað sær eitt árskort til allar heimadystirnar hjá KÍ í Vodafonedeildini

Trúgvu áskoðararnir hjá KÍ kunnu nú aftur keypa eitt árskort til allar heimadystirnar í Vodafone-deildini. Steypakappingin er ikki umfata av hesi avsláttarskipan.

Hetta er samstundis eitt gott gávuhugskot til jóla. Undanfarin ár hava eisini fyritøkur keypt árskort til síni starvsfólk.

Kostnaðurin er 800 kr. fyri árskortið ella góðar 57 kr. fyri hvønn einstakan heimadyst.

Árskortini fáast við at venda sær til Jóhann Lützen á tlf 232486 ella á t-post Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.