30 November 2011
Klaksvíkar Ítróttarfelag fremur enn eitt samskiftisframbrot tá Radio KÍ fer í luftina í februar 2012
Nýggja lokalútvarpsrásin á FM 98,7 er longu farin í luftina. Hendan rásin hoyrist enn bert í Klaksvík, tó at fólk kunnu streama hana á internetinum - so í grundini kann ein sita í Kina og lurta eftir rásini, kravið er bert at ein hevur internet.
Klaksvíkar Ítróttarfelag er stórt og virksemi er fjøltátta. Kvinnur og menn, íðkandi og fjepparar og ung sum eldri kring KÍ hava øll ein stóran áhuga hvat fyriferst. KÍ hevur í nøkur ár haft eina virkna heimasíðu og við nýggja Radio KÍ er ætlanin at røkka enn fleiri fólkum við áhuga fyri KÍ.
- Útvarp er ein nógv kraftigari miðil í mun til eina heimasíðu. Við m.a. samrøðum, upptaktum og greiningum ber nógv betri til at lýsa virksemi kring KÍ. Tað er einans sjónvarp, sum er kraftigari miðil, men vit taka hetta fetið við útvarpi fyrst, sigur Jóhann Lützen sum er ábyrgdarfólk fyri samskifti í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
- Vit ætla at byrja í februar við greiningum av fremstu liðunum í Vodafone-deildini. Fótbólturin liggur stillur nú, so vit hava góða tíð at finna áhugaverdar tættir at taka við í sendingina og vit taka fegnir ímóti góðum hugskotum frá fólki. Vit hava hugsað at sent ein tíma um vikuna hvørt fríggjakvøld tá Vodafone-deildin er farin í gongd. Tað skerst ikki burtur at fremsta mansdeildin hevur mest áhuga ímillum fólk og sendingarnar fara eisini at snúgva seg nógv um Vodafone-deildina. Men tað skal undirstrikast at Radio KÍ er fyri allan felagsskapin, m.a. fara vit at lýsa nær dystir eru í vikuskiftinum hjá yngru deildunum og harvið kunna foreldur um nær teirra børn antin skulu leika í Klaksvík ella nær tey skulu undir Leirvíksfjør, sigur Jóhann
- Vertir verða Kristian Joensen og eg sjálvur, men um fólk hava áhuga at royna seg, so er bara at geva okkum boð um tað. Tað hevði verið super at fingið ein kvinnuligan vert at varpa ljós á kvinnudeildina og nú mugu vit síggja. Tað er vorið so smart í dag at vit kunnu í grundini sita hvar sum helst og senda. KÍ loftið og Atlantis verða helst karmar um flestu sendingarnar. Tað ber eisini til at siga frá dystum live og tá er frásøguklivin í skýlinum upplagdur, leggur Jóhann aftrat.
Tættir í Radio KÍ verða m.a. hesir:
• Upptakt til dystir hjá fremsta mansliðnum og øðrum liðum
• Samrøður við leiðslu og ábyrgdarpersónar um aktuell KÍ mál
• Samrøður við venjarar
• Samrøður við leikarar
• Samrøður við fjepparar
• Samrøður við gamlar KÍ leikarar
• Spurnarkappingar
• Spæla KÍ løg
• Lýsa fyri busstúrum hjá Bláu bylgju
• Lýsa fyri “Dystir um vikuskifti”. Siga hvørjir dystir eru í øllum deildum.






