Bakkafrost skúgvaði alla mótstøðu til viks, tá teir struku avstað við fyrsta plássinum

Hetta var ein deild á Strondum, sum Bakkafrost hevur. Teir lokalu arbeiðsmennirnir hjá Bakkafrost her í Klaksvík vórðu vist upptiknir við háruskjóting henda dagin. Tó so, ein lokalur leikari sást og tað var eingin minni enn Niclas Niclasen, ið var sera eyðsýndur hjá Bakkafrost henda dagin. Hann skoraði sigursmálini í bæði semifinaluni og finaluni, so hann hevði ein heilt góðan dag.

Tað vórðu 18 lið deild út í fýra bólkar. Kvartfinalur og semifinalur áðrenn finaluna. Byrjað varð kl. 10 og kl. 14 varð liðugt.

Tryggingarfelagið, ið hevði verið suverent síðstu tvey árini, máttu geva skarvin yvir longu í bólkaspælinum. Sostatt skuldi nýggjur vinnari finnast. Fleiri fyritøkur vórðu um boðið, men Bakkafrost vísti best spæl og eingin stóð teimum kurl.

Leikararnir eru frá vinstru: Edvin Jacobsen, Jóhann Kass, Niclas Niclasen, Steffan Frederiksberg og Rógvi Danielsen