Liðskiparin hevur í kvøld skriva undir nýggjan sáttmála við KÍ fyri kappingarárið 2012

Fólk kring KÍ hava ótolnast eftir tíðindum um liðskiparan og í kvøld kunnu fólk nú við gleði staðfesta at Hjalgrím heldur fram í KÍ komandi kappingarár.

- Hetta er ein sáttmáli sum eg eri sera glaður fyri og eg hyggi við spenningi uppá komandi kappingarár. Vit hava bygt upp eitt nýtt lið og við nýggja venjaranum og nøkrum nýggjum leikarum, vænti eg at vit eru á rættari kós, sigur Hjalgrím Elttør til heimasíðuna.

Til stuttleikar kann nevnast at 25. november er júst sama dato tá Hjalgrím skrivaði undir við KÍ í fjør