KÍ vann í ár 2. deild hjá monnum í stórum stíli, og komandi 1. deildarliðið er farið undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár


Seinastu tvær vikurnar hevur 1. deildarliðið hjá KÍ vant regluliga. Millum 16 og 22 spælarar hava verið til venjing hvørja ferð, og líkindini at venja hava verið stak góð. Tað eru mest ungir spælarar, sum venja við 1. deildarliðnum, og nógvir unglingaspælarar luttaka sjálvsagt eisini.

Ætlanin við 1. deildarliðnum í komandi kappingarári er, at fyrst og fremst ungir spælarar skulu kunna menna seg við at spæla 1. deildardystir. Brúk verður sjálvsagt fyri nøkrum royndum spælarum at verða við, men tað snýr seg serliga um at menna teir ungu spælararnar, sum eru á veg í felagnum, sigur Jóhann Lützen stjóri í Sp/f KÍ

Í fjør spældi 2. lið hjá KÍ í 2. deild, og har var KÍ klárt besta liðið í deildini. KÍ vann eisini deildina í stórum stíli og flutti upp í 1. deild, har 2. lið hjá KÍ ikki hevur spælt seinnu árini.

- Teir ungu spælararnir eru ikki vanir við at hava vetraferiu í fleiri mánaðir, og tí geva vit teimum eisini møguleikan at venja hesa ársins tíð. Veðrið er ofta betur til fótbóltsvenjing hesa tíðina, enn tá ið vit koma út í januar og februar mánað, sigur Eyðun Klakstein, venjari.

1. deildarliðið fer at venja regluliga til nakað inn í desember mánaða, tá ið spælararnir so fáa vetrarferiu í einar seks vikur.