10 November 2011
Leygardagin 26. november verður KÍ høllin karmur um innandura firmakapping í fótbólti
KÍ skipar aftur í ár fyri innandura fótbóltskapping har virkir, stovnar og feløg bresta saman í leiki. Leiðslur í fyritøkum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og øðrvísi degi fyri síni starvsfólk - leiðslunar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi :)
Tryggingarfelagið Føroyar endurvann firmakappingina í fjør og tað frættist at teir ætla sær ikki at lata steypið av hondum - vinna teir aftur í ár, so fáa teir steypið til ognar!
Í ár er tann broyting at bert ein Vodafone-leikari kann verða á hvørjum liði. Hvørt liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á vøllinum í senn. Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á vøllin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum. Annars eru vanligir reglar galdandi, sum vit kenna teir í Klaksvík.
Kappingin byrjar kl. 10.00 leygarmorgunin og heldur fram til liðugt er ( á leið kl. 14.00).
Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv.
Til ber at gjalda kontant leygarmorgunin. Peningur kann eisini flytast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865 103.807.3
Tilmelding hjá:
Jóhann Lützen, tlf. 232486 ella á t-post: Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.






