07 November 2011
Kristoffur Jakobsen hevur í kvøld skriva undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið
Kristoffur hevði sítt besta kappingarár í bestu mansdeildini í ár. Hann leikti samfullar 27 dystir og fekk 2311 minuttir á leikvøllinum, bert yvirgingin av Hjalgrím Elttør og Gunnar á Steig. Harumframt leikti Kristoffur báðar steypadystirnar hjá KÍ í ár. Kristoffur gjørdist toppskjútti hjá KÍ í ár við 14 málum.
Hetta er sanniliga ein góður dagur hjá Kristoffur. Umframt nýggja sáttmálan er hetta eisini føðingardagur hansara. Kristoffur fyllur 23 ár í dag. Hóast sín unga aldur hevur hann longu leikt 171 dystir í bestu deildini og hevur skora 28 mál, harav helvtina í ár.
Heimasíðan ynskir Kristoffur til lukku við sáttmálanum






