07 November 2011
Ársins leikari 2010 hevur í kvøld skriva undir nýggjan sáttmála fyri kappingarárið 2012
Sørmund A. Kalsø er 19 ára gamal og hevur, hóast sín unga aldur, leikt 41 dystir við besta liðnum hjá KÍ. Í 2010 varð hann valdur til ársins leikara og hevur hann harumframt verið fastur fúsur á øllum ungdómslandsliðum hjá FSF. Í løtuni leikar hann fyri U-21 landsliðið og avbjóðingin hjá honum er at bíta seg fastan á tað liðið.
Sørmund leikti bert 16 dystir í miðverjuni hjá KÍ í ár. Sørmund hevur verið óheppin við skaðum í ár og eisini hevði Sørmund karantenu ein dyst. Sørmund er ein leikari, ið vit heilt víst fara at síggja meira til komandi kappingarár.
Heimasíðan ynskir Sørmund til lukku við sáttmálanum.






