Dámligi málverjin hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála, sum knýtir hann at KÍ komandi kappingarár

Gunnar spældi allar 27 dystirnar á tamb í ár umframt dystirnar í steypakappingini, so ikki kann sigast annað enn at Gunnar er ein rættuliga støðugur málverji. Avrikini hjá honum í ár vórðu góð og fleiri ferðir mundu nógv av KÍ viðhaldsfólkunum ikki skilja hví Gunnar ikki bleiv úttikin til A-landsliðið. Men hetta kemur helst komandi kappingarár.

Gunnar er 35 ára gamal og tískil í perfektum málmansaldri. Hansara royndir eru gull verdar í verjupartinum. Harumframt er Gunnar væl dámdur av øllum fólkum kring KÍ. Gunnar er ein álitismaður.

Heimasíðan ynskir Gunnari til lukku við sáttmálanum.