04 November 2011

Heimasíðan hevur vent sær til Páll fyri at hoyra hansara hugsan um tingini nú tað gjørdist greitt í vikuni at Íslendingurin skal venja KÍ komandi kappingarár
Páll sigur at hann hevur arbeið í Íslandi, sum hann nú er í fer við at rigga av. Hann kemur til Føroya hálvan desember og gleðir seg at møta leikarum og fólk kring KÍ.
- Eg haldi at tað er gott at spælararnir taka frí eina tíð, tí so koma teir svangir aftur til venjingarnar. Tað er ein dygd eg vil hava at leikararnir hava í sær, tá dystirnir koma seinni.
- Í løtuni eri eg í holt við at fyrireika komandi ár sum heild, mánað fyri mánað. Eg fylgi væl við á ki.fo og nordlysid.fo hvat rørir seg rundan um KÍ.
Tá vit spyrja hann um hansara hugsanir viðvíkjandi komandi kappingarári svarar Páll soleiðis:
- Tað forpliktar at fara í skógvar og troyggjur teirra, sum hava vunnið 17 meistaraheitir. Eg sá dystin í Gundadali tá KÍ vann 3-1 ímóti HB og tá bleiv eg imponeraður av nógvum leikarum hjá KÍ og eg gjørdist hugtikin av orðunum hjá liðformanninum tá hann segði at KÍ skulu seta sær hægri mál. Eg sat ímillum bláu bylgjuna og merkti gleðina frá leikarum og áskoðarum. Tá merkti eg nakað sum vit skulu halda áfram við, uttan mun um tað ikki altíð gongur eftir ánni.
- Í mun til liðið eiga vit at byggja grundina fyrst. KÍ hevur altíð skora nógv mál og tað sóðu vit eisini í ár, men samstundis fara ov nógv mál ígjøgnum. Hetta er nakað vit mugu arbeiða við. Vit hava klókar leikarar og taktikkurin kemur at forma seg útfrá dygdunum hjá leikarunum.
- Eg havi stórar dreymar fyri KÍ og saman við leikarunum fara vit at gera okkara ítasta røkka oddinum í Vodafonedeildini. Eg haldi ikki at KÍ hevur nátt oddin enn, men við miðvísum arbeiði og samanhaldi eri eg vísur í at KÍ aftur gerst oddalið í Føroyum.






