04 November 2011

Stríðsmaðurin á høgra bakki tekur enn eitt tørn fyri sítt barndómsfelag
Rudolf spældi 21 dystir við besta liðnum í fjør og fekk eisini eitt mál. Rudolf er kendur fyri sín stríðsvilja og at hann aldrin gevur upp.
Við undirskriftini av fyrst Jógvan Isaksen í gjár og Rudolf í dag, byrjar verjan at taka skap til komandi kappingarár. Høgni Madsen, ið longu hevur skrivað undir, leikti eisini nakrar dystir í miðverjuni. Úr ungdómsdeildunum eru eisini nakrir verjuleikarar á veg eitt nú Gunnar Christiansen, sum fekk debut á besta liðnum ímóti Víkingi og síðani eisini Oddmar Marsten, ið helst fer at banka uppá til fyrstaliðshópin næsta ár.
Heimasíðan ynskir Rudolf til lukku við sáttmálanum






