Álvur F. Christiansen hevur í kvøld skrivað undir sáttmála fyri 2012

22 ára gamli Hvannasundsmaðurin hevur veruliga sligið sítt navn fast í ár. Hetta kom til sjóndar tá hann var ímillum teir, ið kundu verða valdir til ársins stjørnuskot í Vodafonedeildini í 2012. Hann var tó ov stuttur í hesi kapping, men á Gallaveitsluni í Kí høllini var hann av Bláu bylgju kosin til ársins stjørnuskot á KÍ liðnum.

Í ár spældi Álvur 20 dystir og skoraði 5 mál. Hann var eyðsýndur í álopspartinum hjá KÍ og Álvur er stríðshugaður sum fáur. Sáttmálin eg galdandi fyri 2012.

Heimasíðan ynskir Álvi til lukku við sáttmálanum