Tað verður Íslendingurin Páll Guðlaugsson sum skal standa á odda fyri Vodafoneliðnum hjá KÍ í 2012

Páll er 53 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan venjarayrkið. Hann hevur vunnið føroyameistaraheitið við GÍ bæði sum leikari og venjari. Hann er fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Føroyum og var venjari tiltikna dystin í Landskrona, tá Føroyar vann 1-0 ímóti Eysturríki. Páll hevur harumframt vant Leiftur og Keflavík í bestu Íslendsku fótbóltsdeildini.

Við heimasíðuna sigur Páll:

- Fyrst av øllum eri eg sera errin av at hava fingið heiðurin at verða venjari hjá KÍ. Eg eri sera spentur at møta leikararnar og fólkið kring KÍ. KÍ er eitt lið við stórum potentiale og eg fari at gera alt fyri at KÍ aftur røkkir oddinum í føroyskum fótbólti.