Vinstrabeinti søldfirðingurin verður at síggja í blá hvítu blusuni komandi kappingarár

Í kvøld hevur KÍ tryggjað sær evnaríka vinstra vongin Andy Ó. Olsen fyri kappingarið 2012. Andy er 26 ára gamal og hevur drúgvar royndir í Vodafonedeildini. Sambært Faroesoccer hevur Andy leikt 190 dystir i Vodafonedeildini og skora 41 mál, so talan er um enn ein offensivan styrk eftir at tað herfyri gjørdist greitt at Páll Klettskarð kom heimaftur til KÍ at leika.

Andy hevur unnustu úr Klaksvík og er búsitandi í Klaksvík.

Tað verður eftir øllum at døma arbeitt dúgliga á KÍ loftinum fyri tíðina. Á Gallaveitslun 22. oktober meldaði leiðslan út at venjarspurningurin verður avgreiddur 1. november, so óivað verður eitthvørt meira at frætta í morgin.

Samstundis er greitt at Monrad H. Jacobsen er farin aftur til NSÍ, eftir at leiguavtalan við NSÍ gekk út. Monrad ynskti at leika fyri sitt barndómsfelag. Heimasíðan ynskir Monrad blíðan byr í framtíðini.