Gleðilig og spennandi avdúking á gallaveitsluni

So er tað greitt at Páll Klettskarð, sum hevur runnið síni barnafótbóltsár í KÍ aftur verður at síggja við heimaliðinum á Djúpumýru komandi kappingarár. 

Páll Klettskarð, sum er partur av U-21 landsliðshópinum, flutti fyri fýra árum síðani úr Klaksvík og til Danmarkar, har hann gekk í studentaskúla samstundis sum hann royndi eydnuna sum fótbóltsspælari.
Í fjør kom Páll aftur til Føroya, og tá fór hann at spæla við Víkingi. Páll hevur aftur í ár umboðað Víking, men tað hevur gingið striltið at sleppa fram at á besta liðnum, ikki minst tí skaðar hava plágað.

Vit bjóða Pálli hjartaliga vælkomnum til felagaði og góða eydnu komandi ár.