Gundadalur er ikki tað hann hevur verið. Okkara menn dusaðu sær til ein sigur í HB holuni

HB er á knøunum fyri tíðina. Á vøllinum renna leikarar sum ikki tykjast hava gamla HB stoltleikan í sær. Og HB áskoðaraskýli var á leið hálvt við HB fjepparum.

Øðrvísi er við KÍ. Eftir nøkur trupul ár er vent í KÍ. Leikarar berjast og stríðast fyri sakini, samstundis sum góðskan á spælinum javnt og savnt betrast. Uttan fyri vøllin eru fjeppararnir aftur við at samlast í stórum stíli kring KÍ liðið. KÍ-stuðlar-Tórshavn tóku ímóti KÍ fjepparunum í bridgehúsinum undan dystinum, har til bar at fáa sær ein kaffimunn og ein bita at eta. Bláa bylgjan gongur á odda við at skapa góðar karmar um dystin, við fløggum, trummum og sangi. Tað síðsta vit hava frætt er, at Bláa bylgjan hevur keypt ein stóran buss, sum tekur 55 fólk umframt pláss til fólk við breki.

Liðið hesuferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Monrad Holm Jacobsen, Jógvan Isaksen (Sørmund Kalsø 46 min.), Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Filip Djordjevic, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen (Jóhan Jacobsen 84 min.), Álvur Christiansen, Kristoffur Jakobsen (Bjarki Vágstún 90 min.)

KÍ kom á odda longu í 10. minutti tá Kristoffur Jakobsen við fínum langskoti fekk bóltin í málið. Bólturin rakti ein HB verjuleikara og snýtti HB málverjan. KÍ lá á tí mesta, men spælið var ikki gott í fyrra hálvleiki. Ein sera stór verjuvilla hjá KÍ loydi HB innaftur í dystin. 1-1 í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki setti KÍ meira ferð á og so kundi HB ikki leika við meira. Tá ein tími var spældur fekk Kristoffur sítt næsta mál eftir frálíkt uppspæl. Hjalgrím Elttør gjørdi tað til 3-1 bert tríggjar minuttir aftaná og so var spurningurin um 4-1 sigurin fyrr í ár kundi endurtakast, men so bleiv ikki.

Næsti dystur er ímóti Víkingi komandi leygardag kl. 15.00. Hetta er samstundis síðsti dystur á árinum. Aftaná verður Gallaveitsla í KÍ høllini.