Tað kom sum ein skelkur tá Kringvarpið bar tíðindini um at B36 og NSÍ skuldu hava avtala innanhýsis spæl og KÍ tekur frástøðu frá útsøgnunum hjá Kringvarpinum

At leggja hesi bæði stoltu feløg undir at vilja snýta, soleiðis at úrslitið kann koma teimum báðum til góðar eru sanniliga grovar ákærur. Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur í mong ár dystast í leiki við nevndu feløg og Fair Play andin hevur altíð verið sýndur. B36 og NSÍ hava í ár kappast á jøvnum føti við øll onnur lið í Vodafonedeildini og liggja uppiborið ávíkavist sum nr 1 og 4 á stigatalvuni í løtuni.

Mátin sum tíðindini vórðu borin í Kringvarpinum eru undir alt journalistiskt mark. Víst var til at "tíðindir og søgur vóru farnar at ganga um at B36 og NSÍ høvdu ætlanir um avtala spæl" uttan at nevna nakra keldu. Harumframt blivu B36 og NSÍ ikki eftirspurd. 

Klaksvíkar Ítróttarfelag harmast innslagið og tekur frástøðu frá tí.