Tað verða nógv fólk á KÍ Gallaveitsluni í KÍ høllini leygarkvøldi 22. oktober

Heimasíðan hevur verið framvið Intersport og Colorama og tey siga at útvið 300 fólk hava longu ognað sær atgongumerki. Umframt gallaveitsluna verður dansur við Hallur Joensen og tað frættist at fleiri ætla sær at koma bert til dansin.