10 Oktober 2011
Heimasíðan hevur vent sær til stjóran í Sp/f KÍ fyri at frættað um ætlanirnar fyri 2012
Flestu viðhaldsfólk eru longu farin at hugsað um komandi kappingarár, nú KÍ endaliga tryggjaði sæti í Vodafonedeildini næsta ár við 1-0 sigri á B71 ígjár. Gitingar og ryktir eru longu farin á rull á Facebook og søgusmíðingin er av álvara við at fara í gongd. Hvørjir leikarar fara at leika fyri KÍ komandi kappingarár? Koma nakrir nýggir? missur KÍ fólk? osv. osv.
Heimasíðan vendi sær bara beinleiðis til Jóhann Lützen, stjóra í Sp/f KÍ fyri at frætta nærri. Sp/f KÍ rekur fremsta mansliðið hjá KÍ. Vit bóðu fyrst Jóhann greiða eitt sindur frá um Sp/f KÍ.
- Sp/f KÍ er sum navnið leggur upp til eitt smápartafelag, ið eins og onnur smápartafeløg hava eigarar, nevnd og stjórn. Eigarar eru umframt felagið - ein blandingur av vinnifyritøkum úr Norðoyggjum. Við hesum er eitt tætt samband knýtt millum tann størsta útreiðslukrevjandi partin av felagnum og vinnulívið. Í nevndini sita Hákun Dam, formaður og Tummas Lervig og Karl Marius Poulsen. Nevndin hevur siðani valt meg til stjóra. Sp/f KÍ hevur aðalfund á hvørjum ári har rokniskapurin hjá felagnum verður viðgjørdur og síðani góðkendur.
Ein spurningur sum nógv KÍ viðhaldsfólk seta sær í hesum døgum er um nakar nýggjur leikari verður at síggja í KÍ blusuni komandi kappingarár. Hvørjar viðmerkingar hevur tú til tað?
- Sum í øllum øðrum fótbóltsfeløgum vilja vit altíð gerast betri og ein týðandi liður í hesum er sjálvsagt leikaratilfari. Aleksandar hevur ment eitt lið, sum bara blívur betri og betri. Vit síggja leikarar blomstra, vit síggja ungar leikarar bíta seg fastar á liðið og vit síggja teir royndu leikararnar ganga á odda. Enn resta tveir dystir í til hetta kappingarárið er av, og tískil fokusera vit 100% uppá HB dystin komandi sunnudag í Gundadali.
- Vit settu okkum sum mál at yvirliva í ár og tað hava vit ruddiliga megnað, so nú kunnu vit sjálvsagt anda nakað lættari, men ein eigur altíð at seta sær nýggj og hægri mál, tá umstøðurnar loyva tí. Vit hava eitt 5. pláss at verja, sum gevur ein eyka heimadyst komandi kappingarár. Hetta er gott fyri kassan og vónandi eisini stigatalvuna, tí heimadystir mugu altíð vinnast. Um tað gongst okkum heilt væl hava vit enntá kjansin at røkka 4. plássið, ið gevur rættin at leika í Evropa komandi ár. Sum uppflytari er tað heilt fantastiskt at kunna tosa um 5. pláss og 4. pláss í mun til niðurflyting. Hetta sigur okkum bara hvussu væl venjarin, hjálparvenjarin og leikararnir hava megnað uppgávuna í ár.
- Nevndarfundur verður í vikuni og skráin er drúgv kann eg siga. Sáttmálin við Aleksandar gongur út í ár, so venjaraspurningurin má avklárast fyrst. Tað er altíð venjarin sum ger av hvørjir leikarar skulu á liðið, men sum sagt so hevur Aleksandar HB dystin komandi sunnudag í høvdinum og síðani heimadystin ímóti Víkingi leygardagin 22. oktober. Sama kvøld verður Gallaveitsla í KÍ høllini og tá verða heilt sikkurt onkrar avdúkingar






