10 Oktober 2011

Við eini perlu av einum máli, tryggjaði liðskiparin KÍ øll trý stigini á Sandi
Veðrið var gott á Sandi í dag og Bláa bylgjan skipaði fyri busstúri. Bussurin var fullur av KÍ fjepparum og tey sóðu eitt KÍ lið sum ongantíð gav upp og tað bar eisini á mál tá samanum kom.
Liðið hesuferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Monrad Holm Jacobsen, Høgni Madsen, Jógvan Isaksen, Nenad Stankovic, Filip Djordjevic, Henry Heinesen, Álvur Christiansen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen.
KÍ leyp á alt fyri eitt, men B71 verjan stóð væl. Sandoyingar spældu uppá kontra allan dystin á tamb og komu til tvær vandamiklar støður. Tí einu fingu teir tá KÍ spældi rótut í verjuni og ein B71 leikara fekk risakjans, men Gunnar á Steig bjargaði í besta Gordon Banks stíli. Hvussu hann helt bóltinum úti er ikki nemt at boða frá - tað sá út sum Gunnar vendi skeift, men uppá ein ellan annan máta fekk hann jústa bóltin út til vinstru. Ein framúr bjarging frá einum framúr málverja.
Í hinum endanum hendi heldur ikki tað stóra. KÍ fekk tveir góðar kjansir gjøgnum allan dystin og so var tað Hjalgrím. Liðskiparin sprudlar fyri tíðina. Tá fýra minuttir av eykatiðini vóru farnir, tók Hjalgrím sakina í egnar hendur. Hann kryllaði nakað uttan fyri B71 brotsteigin og hamraðin bóltin í netið. 1-0 til KÍ og frøði á øllum KÍ viðhaldsfólkum.






