Feløgini bæði vórðu samd um at framskundað dystin til sunnudagin 9 oktober

Dysturin skuldi upprunaliga leikast mánadagin 10. oktober, men so broytti FSF tað til mikudagin 12. oktober. Hetta passaði illa hjá bæði B71 og KÍ, sum hava heitt á FSF um at framskundað dystin til 9. oktober.

At spæla mitt í viku hesa ársins tíð, merkir at dysturin má bríkslast í gongd tíðliga. Menn hava arbeið, skúlagond og annað og tískil oyðileggur hetta fyrireikingarnar til dystin. Arbeið, skúlagongd og annað ger seg eisini galdandi fyri viðhaldsfólkini, so alt í alt er einki annað at gera enn at spæla dystin tá fólk hava frí og kunnu leggja sær dagin til rættis.

Dysturin byrjar kl. 15.00