26 September 2011

Leygardagin var seinasta umfar í 2. deild spælt. KÍ vann á TB á grasvøllinum í Hvalba, og eftir dystin fingu KÍ-spælararnir gullmerkini og steyp handað
Áðrenn dystin hevði KÍ tryggjað sær fremsta plássið í deildini, men spælararnir vildu enda kappingarárið við einum sigri – og tað lukkaðist.
KÍ byrjaði dystin sera væl, spælið var gott og flótandi, og KÍ skapti nógvar kjansir fyrstu 20 minuttirnar. KÍ fekk eisini tvey skjót mál. Fyrsta málið kom eftir gott uppspæl í høgru, har Eyðun Klakstein legði upp á tvørs til Helga Samson, sum sendi trygt í málið. Løtu seinni økti toppskjúttin hjá KÍ, Bjarki Vágstún, til 2-0, eftir at Erik Nielsen og Helgi Samson spældu seg ígjøgnum TB-verjuna, og Helgi legði uppá tvørs.
TB svaraði aftur við máli til 2-1 eftir kontraálop, og so líðandi kom TB meira við í dystin í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki var tað TB, sum royndi at trýsta. Teir spældu fyri at yvirliva í deildini og løgdu nógv fyri í royndini at fáa javna. Samstundis gavst KÍ at spæla, spælararnir sparkaðu ov nógv, og so yvirtók TB alsamt meira. Teir javnaðu eisini, tá ið 20 minuttir vóru eftir at spæla. Óli Johannesen stútaði horna í málið.
Eftir hetta kom KÍ fyri seg aftur. Spælararnir fóru at spæla fótbólt aftur, og møguliga høvdu KÍ-spælararnir eisini meira orku enn TB-spælararnir. Tá ið 12 minuttir vóru eftir at spæla, skoraði Petur Andreasen, eftir gott samanspæl millum Tórður Lervig og Eyðun Klakstein og bólt upp á tvørs í brotsteignum. Og í yvirtíðin økti Bjarki Vágstún til 4-2 eftir fríspæling frá Petur Andreasen. Bjarki kom við hesum upp á 14 mál í 2. deild í ár og er annar av toppskjúttunum í deildini.
KÍ vann tí eisini seinasta dystin í kappingini, og KÍ hevur vunnið 16 av teimum 18 dystunum í deildini. Ein dystur endaði við javnleiki og ein við tapi. KÍ endaði 8 stig frammanfyri nummar 2 í deildini, liðið skoraði 79 mál og hevði +50 í málmuninum. Tí var sigurin í 2. deild rættiliga tryggur, og KÍ skal tí næsta ár spæla í 1. deild.
2. deildarliðið hevur verið mannað við nógvum ungum spælarum og so nøkrum meira royndum spælarum, og hendan samansetingin hevur riggað væl.
2. deild, 18. umfar, 24. september
TB-KÍ 2-4 (1-2)
0-1: Helgi Samson, 8.
0-2: Bjarki Vágstún, 10.
1-2: Benjamin Petersen, 14.
2-2: Óli Johannesen, 68.
2-3: Petur Andreasen, 78.
2-4: Bjarki Vágstún, 90.
KÍ: Eilif Arge – Oddmar Marsten, Asbjørn Tungá, Ári Samson, Teitur Fles – Heðin Klakstein, Allan Joensen, Eyðun Klakstein (Lindi Gardar, 82.) – Bjarki Vágstún, Helgi Samson (Petur Andreasen, 65.), Erik Nielsen (Tórður Lervig, 65.)






