17 September 2011
Stórfingin Gallaveitsla verður fyri øllum KÍ leikarum, KÍ ábyrgdarfólkum KÍ hjálparfólkum og KÍ viðhaldsfólkum leygarkvøldi 22. oktober
Ein veitslunevnd er sett at fyrireika Gallaveitsluna, sum verður hildin í KÍ høllini. 22. oktober er sami dagur, sum Vodafone liðið hjá KÍ spælir sín síðsta dyst í Klaksvík ímóti Víkingi.
Magnus Arge stjórnar borðhaldinum og tað frættist frá veitslunevndini at kendur Gestarøðari verður til borðhaldið. Uppboðssøla av blusunum hjá Vodafone-hópinum hjá KÍ verður eisini.
Legendariski kokkurin Jákup Ziskason stendur á odda fyri eini trýrættaðari krásakendari og vælsamansettari menu.
Fløguaktuelli Countrykongurin, Hallur Joensen fer at spæla til almennan dans aftaná borðhaldi.
Veitslunevndin boðar frá at meira verður at frætta um skrá, tilmelding og kostnað seinni.






