17 September 2011

Hóast tað stóð á, so vísti KÍ klassa og vann dystinum ímóti Undri. Harvið tryggjaði KÍ sær gullmerkini í 2. deild
Fyrri hálvleikur var einki at reypa av. Spælið gekk ov spakuliga, innsatsurin ov sløvur, og organisatiónin á liðnum var vánalig. Undrið fekk brotsspark og skoraði til 1-0. Í seinna hávleiki var heilt annað flog yvir KÍ. Spælararnir stríddust meira, nú skolaðu álopini ímóti málinum hjá Undri, og KÍ javnaði eisini við máli frá Helga. Men Undrið fekk tvey mál eftir heldur ivasamt verjuspæl hjá KÍ, og so vóru 10 minuttir eftir at spæla og 3-1 til útiliðið. Men so var tað, at KÍ veruliga tók sær um reiggj. Petur skoraði tvey fín mál eftir innlegg úr høgru, og í yvirtíðini stútaði Ári eitt hornaspark í málið til 4-3. Klassi av KÍ! Sigurin hevði við sær, at KÍ hevur vunnið gull í 2. deild. Seinasti dysturin verður í Hvalba komandi leygardag, og tá fer KÍ ferðalagið suður at heinta gullmerkini!
2. deild, 17. umfar, 17. september
KÍ-Undrið 4-3 (0-1)
0-1: Christian V. Jacobsen, brts, 20.
1-1: Helgi Samson, 53.
1-2: Johan Eivind R. Mouritsen, 68.
1-3: Johan Eivind R. Mouritsen, 80.
2-3: Petur Andreasen, 81.
3-3: Petur Andreasen, 83.
4-3: Ári Samson, 90.
KÍ: Emil Biskopstø – Gunnar Christiansen, Asbjørn Tungá, Ári Samson, Teitur Fles (Oddmar Marsten, 77.) – Heðin Klakstein, Allan Joensen, Eyðun Klakstein – Bjarki Vágstún, Helgi Samson (Petur Andreasen 65.), Erik Nielsen (Tórður Lervig, 65.)






