31 August 2011

Klaksvíkar Ítróttarfelag og Colorama-handilin í Klaksvík hava undirskrivað stuðulssáttmála
Sáttmálin gongur út uppá at fyri hvørja 10 liturs spann, sum Colorama selir, fær KÍ 20 krónur. Tað merkir, at jú fleiri litrar verða keyptir í Colorama, jú fleiri stuðulskrónur fella til KÍ.
Stuðulsavtalan er undirskrivað av formanninum í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Tummas Lervig, og eigaranum av Colorama-handlinum í Klaksvík, Ian D. Jacobsen.
KÍ fegnast um samstarvi við Colorama og vit ynskja nýggja málingahandilinum í Klaksvík blíðan byr, sigur Tummas Lervig.






