Hóast AB var á odda í hálvleikinum, so endaði tað við greiðum sigri til KÍ

Fyrri hálvleikur var eitt sindur misjavnur. KÍ byrjaði væl, skoraði tíðliga, skapti aðrar kjansir og sat á spælinum. Men so líðandi stríddi AB seg inn í dystinum, og teir fingu bæði javnað og lagt seg á odda. Hesa løtuna hevði AB yvirvág. Men so tók KÍ yvir aftur, men tað eydnaðist ikki at skora fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki var KÍ til at kenna aftur. Liðið setti seg á dystin, javnaði beinanvegin,og síðani fór KÍ fram um og økti um leiðsluna, so tað endaði við tryggum 6-2 sigri. Hóast fýra umfør eru eftir, er KÍ bert eitt stig frá at hava tryggjað sær uppflytingingina til 1. deild. KÍ liggur 6 stig frammanfyri B68, sum er nummar 2, og heili 13 stig frammanfyri nummar 3 í deildini. Næsti dystur verður ímóti FC Suðuroy í Vági.

‎2. deild, 14. umfar, 27. august
KÍ-AB 6-2 (1-2)
1-0: Ivan Joensen, 13.
1-1: Dan Petersen, 22.
1-2: Hørður Mohr, 33.
2-2: Rudolf Eliasen, 49.
3-2: Heðin Klakstein, 57.
4-2: Ári Samson, 79.
5-2: Bjarki Vágstún, 81.
6-2: Eyðun Klakstein, 88.
KÍ: Kristinn Akursmørk – Gunnar Christiansen, Asbjørn Tungá, Ári Samson, Teitur Fles (Rudolf Eliasen, 46.) – Allan Joensen, Heðin Klakstein, Ivan Joensen – Bjarki Vágstún, Johan Jacobsen (Eyðun Klakstein, 71.), Erik Nielsen (Ragnar Danielsen, 63.)