09 August 2011

Tað er altíð súrt at tapa, men eftir tap er bert eitt at gera - lyfta høvdið og hygga frameftir.
"Eg trúgvi at hetta er løtan har vit mugu standa saman um ungu leikararnar, tí tað eru teir sum skulu mynda KÍ tey komandi tíggju árini" sigur Alexander Djordjevic
"Eg trúgvi fult og fast uppá at vit fara at yvirliva í deildini og vit eiga at minnast til at tá vit byrjaðu uppá kappingarárið var boðskapurin frá leiðsluni at vit skuldu varðveita plássið í deildini. Eg havi brúkt leikaratilfeingið sum KÍ eigur og eg trúgvi fult og fast uppá at um vit tora at hava tol, so ferð nakað sera gott at spyrjast burtur úr.
- Eg havi frá byrjan arbeitt út frá givnum umstøðum og málið hjá leiðsluni hevur ongantíð verði annað enn at vinna sær fótafesti aftur í bestu deildini. Vit eiga at halda fast við málsetningin.
- Eisini hava umstøðurnar í summarsteðinginum verið nógv ávirkaðar av at vit ongan vøll høvdu. Hetta hevur ávirka fyrireikingarnar til seinru hálvu í stóran mun. Vit spældu mundandi betur í dag enn vit gjørdu á Svangaskarði og vit høvdu eisini nógvar málmøguleikar, men eydnan var ikki við hesuferð."
Ein áheitan á allar KÍ fjeppara: tað er nú vit skulu standa sterkast um okkara lið!
KÍ-B71 2-1

Ljóspunktið leygardagin! Bárður skorðar til 1-2






