22 Juli 2011

Kringvarpið ger eina dokumentarsending um 66 liðið hjá KÍ og leiðsla felagsins hevði í hesum sambandi eina hugnaløtu á KÍ loftinum fyri legendarisku leikarunum
Suni Merkistein frá Kringvarpinum gjørdi í fjør fyrstu ítróttardokumentarsendingina av sínum slag í Føroyum. Tann sendingin lýsti bragdi á Landskrona leikvøllinum minniliga kvøldi 12. september 1990, tá Føroyar púra óvæntað vunnu 1-0 á Eysturríki.
Í ár setti Suni sær so fyri at gera næstu sendingina og fyrsti tankin hann fekk var tiltikna 66 liðið hjá KÍ, sum vunnu 5 meistaraheitir á rað - eitt met, ið stendur tann dag í dag. Síðani mistu teir meistaraheitið í 1971 fyri síðani at endurvinna tað í 1972.
Leiðslan í KÍ hevði boðið øllum til eina hugnaløtu á KÍ loftinum. Leikararnir á 66 liðnum síggjast ikki regluliga og tískil vórðu menn glaðir fyri at hittast og prátið gekk lystiliga alt fyri eitt. Umframt legendarisku leikararnar var eisini Árni Dahl til staðar, sum í løtuni er við at leggja síðstu hondina á næsta bind um søguna hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, ið júst snýr seg um glæsiligastu tíðina hjá KÍ - árini 1956 til 1978. Hjalgrím Elttør, liðskipari á núverandi KÍ liðnum var eisini til staðar og fekk nógv góð ráð frá eldru liðfeløgunum, um hvussu tingini skuldu gerast. Hjalgrím helt skemtiliga fyri at dagsins KÍ leikarar høvdu nógv at liva upp til, men 66 liðið hevði so ongantíð vunnið 4-1 ímóti HB í Gundadali.
Leikararnir sum møttu vórðu hesir: Steinbjørn Jacobsen, Jógvan Jacobsen, John Sigurd Joensen, Sofus Balvinsson, Ólavur Niclasen, Eyðolvur Joensen, Manni W. Høgnesen, Jógvan Klakstein, Janus Isaksen, Eiler Jacobsen, Jóannes Jacobsen, Karl Gudmund Henriksen, Magnus Kjælnes og Anker Bjartalíð.
Ein vakur táttur til borðhaldi var tá menn mintust Heðin Baldvinsson, ið ikki er ímillum okkum longur.
Fleiri av leikarunum høvdu tikið gamlar myndir við og Karl Gudmund Henriksen hevði tikið sermerktu KÍ blusuna við hvíta V'num frammanfyri við. Nógv góð minnir komu fram á KÍ loftinum. Suni Merkisstein greiddi frá at bæði myndir og livandi myndir eru til skjals og hesar verða nýttar saman við samrøðum við einstøku leikarunum frá 66 liðnum og øðrum heimildarfólkum.
Sendingin verður at síggja í Kringvarpinum í heyst.






