20 Juli 2011

Dysturin ímillum KÍ og B71 verður leygardagin 6. august.
FSF hevur góðkent umsóknina frá KÍ og B71, eftir at tað gjørdist greitt at arbeiði við at leggja nýggjan vøll á í Klaksvík dróg út.
Dysturin skuldi upprunaliga leikast mikudagin 27 juli, men er fluttur til leygardagin 6. august.
Dysturin byrjar kl. 13.00, hetta fyri at nerva skránna hjá Summarfestivalinum sum minst.






