Framyvir verður ein forkunnugur maskottur millum KÍ viðhaldsfólkini. Púra óvæntað kom hann til Klaksvíkar í dag, og hann stórtrívist. Hann gleðir seg sera nógv til fyrsta heimadystin hjá KÍ.

Hávurin hevur búð í Miðarhavinum. Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi hann um eitt fótbóltsfelag í Føroyum, sum æt KÍ. Hann hoyrdi síðani, at tað vóru so nógv børn, sum hildu við KÍ og tí ætlaði hann at sleppa til Klaksvíkar, tí hann hevði frætt, at KÍ spældi oftast í Klaksvík. Hann byrjaði at svimja móti Føroyum og tað hevur tikið langa tíð at koma fram. Sunnumorgunin kom hann so uppá land í fjøruni úti á klakkinum.

Hann var so ræðuliga glaður, tá hann kom til Klaksvíkar og tað fyrsta hann gjørdi var at lata seg í KÍ klæðir og so renna niðan á vøllin. Men hann sá, at einki graslíkið var á vøllinum, so KÍ kundi ikki spæla í dag. Men har vóru børn, sum bjóðaðu honum í føðingardag, har myndirnar eru tiknar. Nú ætlar hann sær at búgva í Klaksvík og hyggja eftir hvørjum heimadysti hjá KÍ. Mamman og pápin lovaðu honum at sleppa til Klaksvikar, men hvørki tey ella tey 3 systkini komu við, so hann fer nokk ein lítlan túr heim at vitja familjuna aftaná síðsta heimadystin móti Víkingi.

Hávar fáa so ræðuliga seint navn og hesin hevur einki navn fingið enn. Men hevur tú eitt uppskot um, hvussu hann skal eita, so ber til at senda tað á Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna. . Hann vil hava eitt føroyskt navn.

Bláa bylgjan hevur enn einaferð gingið á odda í føroyskari fjepparasøgu og KÍ kann bara prísa seg lukkuligt fyri at hava eitt so vælvirkandi og dynamiskt fjepparafelag.

Koyr á KÍ!