09 Juli 2011
Nú vøllurin verður seinkaður eru bæði KÍ og B71 vorðin samd um at spæla dystin leygardagin á Summarfestivalinum
Eftir ætlan eigur KÍ at leika fyrsta dystin í seinnu hálvu mikudagin 27 juli, men tiðindir úr Klaksvíkar býráð í vikuni hava gjørt hetta ómøguligt, tí vøllurin verður ikki liðugur fyrrenn 2. august. Undirlagið má avrættast og hetta arbeiði leingir um tíðina.
- Tá vit fingu boðini settu vit okkum alt fyri eitt í samband við B71 fyri at finna eina loysn. B71 hava verið sera samstarvssinnaðir og eru KÍ og B71 komin ásamt um at flyta dystin til leygardagin 6 august. Feløgini bæði hava sent skriv til FSF við ynskinum um hetta og nú bíða vit bara eftir at vita hvat FSF sigur, tí tað er FSF sum eigur endaligu avgerðina, sigur Jóhann Lutzen stjóri í Sp/f KÍ, sum rekur besta mansliðið hjá KÍ.
- Leygardagurin 6. august er ímeðan Summarfestivalurin er í hæddini. Finalan um Løgmanssteypið verður dagin fyri so væntandi verða hópin av fólki til dystin. Vit hava lagt dystin kl. 13.00 soleiðis at vit nerva skránna hjá Summarfestivalinum sum minst, sigur Jóhann at enda.






