08 Juli 2011

Tveir nýggir leikarar verða til venjingar nú KÍ leikararnir byrja aftur at venja eftir summarsteðgin
Talan er um ein gamlan kenning og ein ungan mann úr Runavík. Gamli kenningurin er Leon Bjartalíð, ið er 30 ára gamal og hevur drúgvar royndir á Vodafone-deildini. Leon hevur verið í útlegd eina tíð og vendur heim aftur at leika. Harumframt hevur hann eisini máltev sum fáur. Hann kann heilt víst verða ein styrkur hjá 2. deild, tí á tí støðinum hevur hann leikt 25 dystir og skora 15 mál.
Hin leikarin er Monrad Holm Jacobsen. Monrad er 20 ára gamal og hevur fyri tað mesta leikt við 1. deild hjá NSÍ. Monrad skal á skúlabonk her norðuri og tískil hevur hann valt at skifta til KÍ. Hann hevur leikt við bæði U-17 og U-19 landsliðnum. Monrad kann spæla í verjuni og á miðjuni. Hóast sín unga aldur hevur Monrad leikt 106 dystir við 1.deild hjá NSÍ og hevur hann skotið 6 mál. Hann hevur enn ikki sligið til á Vodafone-støði, men við Djordjevic, Jacobsen og Klakstein venjara-trio'ini er sannlíkt, at gjøgnumbrotið kemur.
Heimasíðan ynskir teimum báðum vælkoman






