Eldri Kalsø beiggin verður aftur at síggja í stoltu blá hvítu troyggjuni tá seinna hálva fer í gongd

Steffan Kalsø lesur til dagligt í Danmark. Hann var toppskorari síðsta kappingarár við 16 málum, tá KÍ leikti í 1. deild. Steffan kemur heim at hjálpa til verður partur av KÍ hópinum fram til september, tá hann aftur fer til Danmarkar at lesa.

Steffan er 23 ár, stórur, sterkur og skjótur. Óivað verður hann eitt gott kort hjá Aleksandar at hava við hondina.

Yngri beiggin, Sørmund, er í løtuni úti við skaða, men verður væntanti tøkur aftur tá seinna hálva fer í gongd tann 27. juli, so KÍ viðhaldsfólk kunnu vónandi síggja fram til eitt sett av beiggjum aftur á KÍ liðnum.

Heimasíðan ynskir Steffan vælkomnan.